Uttanlands

Íslendingar funnið fyribils loysn fyri Barða

Eldur kom í íslendska uppsjóvarskipið Barða 12. juni, og nú er ein fyribilsloysn funnin, so reiðaríið kann fiska kvoturnar hjá skipinum

Bjarni Ólafsson skal fiska kvoturnar fyri Barða, sum verður liggjandi í fleiri mánaðir (Mynd: Sildavinnslan)

Bjarni Ólafsson skal fiska kvoturnar fyri Barða, sum verður liggjandi í fleiri mánaðir (Mynd: Sildavinnslan)

2026-07-15 17:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska reiðaríið Sildavinnslan hevur funnið eina fyribilsloysn fyri uppsjóvarskipið Barða, sum kemur at liggja til út á heysti.

Tað skrivar Sildavinnslan á heimasíðu síni.

Tað var tann 12 juni í ár, at eldur kom í íslendska uppsjóvarskipið Barða, sum júst hevði verið á beding hjá Mest í Føroyum, og var ávegis aftur til Íslands.

Birmil fór ímóti íslendska uppsjóvarskipinum, og sleipaði tað á Havnina, har tað hevur ligið síðani, og fyrsti parturin av umvælingini verður gjørdur í Føroyum, meðan tað enn er óvist hvar restin av arbeinum skal gerast. 

Tað, at Barði verður liggjandi í fleiri mánaðir merkir, at Sildavinnslan ikki fær fiska kvoturnar við uppsjóvarskipinum, sum eldur kom í, men tíbetur eigur reiaríið framvegis eitt eldri uppsjóvarskip, sum eitur Bjarni Ólafsson, sum hevur staðið á sølulista seinastu tíðina, men tó ikki er selt. 

Hetta skipið verður nú riggað til, og gjørt klárt at fiska kvoturnar, sum Barði skuldi fiska næstu tíðina.

Bjarni Ólafsson byrjar við at fiska av svartkjaftakvotuni, sum Barðið eigur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder