placeholder
Innanlands

Íslandskur nýbygningur á Havnini

Teir vóru ávegis úr Skagen, har skipið er gjørt, og til Íslands, tá teir fingu trupulleika við motorinum

Mynd: Sjómansmissiónin

Mynd: Sjómansmissiónin

2024-10-17 21:09 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Mánadagin kom nýggja ísleandska pelagiska nóta- og trolskipið Håkon á Havnina. Tað er felagið Gjøvur hf í Grenivík, sum eigur skipið.

Teir vóru ávegis úr Skagen, har skipið er gjørt, og til Íslands, tá teir fingu trupuleika við motorinum. Teir sigldu tó sjálvir inn á Havnina, har motorurin verður umvældur. 

Teir vóna at kunna sigla víðari ein av komandi døgunum.

Håkon kemur í flotan fyri gamla Håkon, sum var bygdur í 2001. Hann er eitt verksmiðjuskip og er settur til sølu. 

Nýggi Håkon er 75 metrar langur, 16 metrar breiður og hevur ein 5400 kW. Wartsila motor. Lastin er 2500 rúmmetrar. 18 mans hoyra til skipið og 9 eru umborð í senn.

Håkon skal, eins og gamla skipið, fiska sild, lodnu, makreli og svartkjaft. 

Sjómanstrúboðarin vitjað umborð. Manningin fekk kristiligan lesnað og gomlu føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir tillukku og Guds signing við Håkon.

Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder