Innanlands

Hoyvík farin á makrelveiðu

Hoyvík loysti av Havnini eitt sindur yvir midnátt

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-09 08:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Hoyvík, sum hevur ligið á Havnini seinastu tíðina, loysti í gjár.

- Vit fara eysturum, og vita um vit finna makrel, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Tað frættist, at okkurt skip hevur fingið makrel, og tí verða tað helst fleiri, sum nú fara at loysa, og vita um tey eisini raka við makrelin, hóast tað er í so tíðliga.

Hoyvík er eitt av uppsjóvarskipunum, sum hevur minst kvotu, men nú makrelkvotan sær út til at fara at hækka munandi í ár, kann hugsast at teir fáa eitt vet meira at fiska. 

placeholder
placeholder