Innanlands

Høgaberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Høgaberg skal landa 2000 tons av svartkjafti til Havsbrún

Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-05 19:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at Høgaberg skal landa 2000 tons av svartkjafti til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

Arctic Voyager, úr Hvalba, landaði 1700 tons av svartkjafti til Havsbrún og gjár, og fríggjadagin landaði Katrin Jóhanna eisini 1700 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder