placeholder
Innanlands

Havstovan skipar fyri fiskivinnuráðstevnu

“Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar” er yvriskriftin á ráðstevnuni, sum verður 31. januar

Ráðstevnan hjá Havstovuni verður 31. januar á Hotel Føroyum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Ráðstevnan hjá Havstovuni verður 31. januar á Hotel Føroyum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-01-24 19:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

31. januar skipar Havstovan fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum undir yvirskriftini “Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar”.

Á ráðstevnuni fara granskarar á Havstovuni og umboð fyri vinnuna at hava framløgur um støðuna og útlitini fyri eini burðardyggari føroyskari fiskivinnu.
Sjóneykan verður sett á, hvusssu treytirnar í føroyskari fiskivinnu eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar. Ráðstevnan savnar eina breiða umboðan frá vinnuni, granskingarumhvørvinum umframt politisku skipanini til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna, skrivar Havstovan á heimasíðuna.

Á fiskivinnustevnuni í ár vera 17 framløgur um pelagiska fiskiskapin, botnfiskin undir Føroyum og altjóða krøv til burðardygga fiskiveiðu. Eitt nú fer Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, at greiða frá útlitunum fyri strandalandasemjum um veiðuna eftir uppisjóvarfiski og umboð fyri Havstovuna fer at lýsa støðuna og útlitini fyri pelagisku fiskastovnarnar. Eisini fara umboð fyri Havstovuna at lýsa støðuna hjá botnfiskastovnum undir Føroyum, og fleiri umboð fyri fiskivinnuna fara at lýsa marknaðarstøðuna og útlitini fyri ymsu botnfiskasløgini.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder