Innanlands

Hanus Hansen yvirtekur línuskipið Ågot

Brøðurnir Hjaltur og Eyðstein Poulsen í Klaksvík hava tikið avgerð um at gevast við skiparakstri

2021-03-24 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit hava verið leingi í hesi vinnuni. Eg havi verið við í 28 ár, eri 55 ára gamal nú, og havi verið bundin umborð so at siga øll hesi árini. Tað eru nøkur onnur ting, sum eg vil royna og uppliva, og tí eru vit nú komin til tað punktið, at tíðin er búgvin at selja Ågot.

Soleiðis sigur Hjaltur Poulsen, skipari og reiðari á línuskipinum Ågot í Klaksvík. Harvið viðgongur hann eisini, at felagið handan Ågot í hesum døgum arbeiðir við at selja skipið, sum hevur verið miðdepilin í Poulsen-familjuni í Klaksvík í 50 ár.

[object Object]
Hjaltur Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Í dag fór skipið av Klaksvík og sigldi til Skála, har tað skuldi takast upp á sleipistøðina har fyri at kanna botnin nærri.

Hjaltur viðgongur eisini, at teir eru í tøttum samráðingum við Hanus Hansen um at selja skipið til eitt av hansara feløgum.

- Tað er sjálvandi sorgblítt at vera komin í hesa støðu, men tað er av ovurstórum týdningi fyri okkum, at skipið og virksemið framhaldandi verður heimahoyrandi í Klaksvík, sigur Hjaltur Poulsen, og leggur afturat:

- Tað er av týdningi at undirstrika, at tað er ikki tí, at vit eru í fíggjarligum trupulleikum, at vit nú hava tikið støðu til at avhenda skipið til aðrar eigarar. Felagið er væl fyri, og eg haldi eisini, at skipið ongantíð hevur verið so væl virkandi og so góðum standi sum nú, hóast talan er um eitt gamalt skip.

Ein orsøk til, at Hjaltur hevur tikið stig til at selja skipið er, at arbeiðið við eitt nú at skaffa manning hevur verið tungt.

- Vit hava altíð havt góða manning umborð á Ågot. Men tað hevur verið sera tungt at manna skipið ta seinastu tíðina. Hetta arbeiði hevur verið møðsamt, og vit hava eisini upplivað at avlýsa onkran túr, tí onkur av manningini gav amboð í seinastu løtu.

- So nú er avgerðin tikin. Eg eri 55 ára gamal, og ynski at uppliva okkurt annað eisini, bæði privat, men eisini vinnuliga. Eg rokni við, at mín framtíð framvegis liggur á sjónum, antin sum dekkari ella kanska skipari. Hartil havi eg eisini skaffað mær ein skjóttgangandi bát við snellum og fiskiloyvi, so tað fari eg helst eisini at royna, sigur Hjaltur Poulsen.

Orsøkin til at avgerðin um at selja Ågot er kensluborin er, tí júst hetta skipið hevur sína serligu søgu. Elsti beiggin, Poul Eyðfinn, var skipari og stigtakari til skipið, men hann doyði brádliga av vanlukku umborð. Brøðurnir Hjaltur og Eyðstein hava síðan rikið skipið í andanum hjá Poul Eyðfinni.

--

Seinnapartin váttaðu partarnir, at teir hava gjørt eina avtalu um keyp av skipinum. Hanus Hansen, stjóri, upplýsir fyri Norðlýsinum, at skipið nú skiftir navn til Polarstjørnan, at skipari verður Mikkjal Pauli Lamhauge, og at skipið fer til fiskiskap eftir páskir.

[object Object]
Hanus Hansen hevur nú eisini ræðið á Ågot, sum skiftir navn til Polarstjørnan (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder