Innanlands

Hanus Hansen: Tað stendur illa til hjá partrolaraflotanum

Vit hava tríggjar trupulleikar við partrolaraflotanum. Teir eru at fleiri leiðir skulu latast upp, vit mugu tillaga skiljiristina, og fáa betri stødd á ungfiskinum um partrolaraflotin skal hava lívið lagað

Hanus Hansen á fiskivinnukjakinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Hansen á fiskivinnukjakinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 20:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað segði Hanus Hansen úr Klaksvík á fiskivinnukjakinum, sum er á skúlanum á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar. Hanus Hansen  er reiðari á einum stórum parti av partrolaraflotanum.

- Vit hava tríggjar trupulleikar og tað er at tað eru alt ov nógvar stongdar leiðir, skiljiristin riggar ikki heilt sum hon skal, og vit mugu kunna veiða meira ungfisk, annars klárar partrolaraflotin ikki at hanga í leingi aftrat, og vandi er fyri at tann parturin av flotanum verður lagdur, sigur Hanus Hansen.

Fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, segði seg vera sinnaðan í at hjálpa til við ávísum viðskiftum eitt nú skiljiristini, og møguleikanum at lata upp onkrar nýggjar leiðir, men ætlanin var ikki at fara at gera tað lættari at veiða ungfisk.

Aksel Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, var samdur við Árna Skaale í teimum útsøgnunum, sum fiskimálaráðharrin kom við, og leggur afturat, at man kundi lova partrolaraflotanum á aðrar leiðir at fiska. Eitt nú kundi partrolaraflotin fingið gagn av nýggi fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Stóra Bretland. 

Petur Steingrund, sum er fiskivinnufrøðingur, segði, at vit skulu ansa sera væl eftir, ikki at leggja okkum eftir at veiða ov nógvum ungfisk, og at upsin helst ikki skal verða minni enn 60 centimetrar, fyri at upsin skal hava ein møguleika at halda lív í gýtingini.

Hanus Hansen segði, at hann metti ikki, at hesin parturin skuldi fara í bretskt sjóøki, tí tann partin eigur Barentshavsflotin.

- Vit gera í løtuni eina íløgu á 1,2 milliardir til hendan fiskiskapin, so eg haldi avgjørt ikki at man skal fara at risikera nakað, tá ið man enduliga ger eina endurnýggjan av flotanum, og tí skulu vit heldur royna at gera leiðirnar undir Føroyum betri soleiðis, at vit kunnu fáa endurnýggja hendan flotan, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur at í løtuni hevði tað verið rætt at givið partrolarunum hesar leiðirnar, av tí at avtalan inniheldur júst fiskin, sum hesi skipini fiska, og tí hevði tað verið upplagt at gjørt eina roynd.

- Nú tá ið karmarnir eru lagdir fyri tey næstu 12 árini, so skal man líka síggja hvussu vinnan fer at tillaga seg, tá ið hon hevur fingið góðar og tryggar karmar sigur løgmaður, sum leggur aftrat, at vit mugu hugsa serliga um at tillaga flotan um tað er neyðugt. 

Fyri 20 árum síðan var avreiðingarvirði 1,5 milliardir hjá hesum partinum av heimaflotanum, men er nú minkað við meria einari helvt, sambært Árna Skaale, fiskimálaráðharra.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn er ósamd við løgmanni í at vinnan hevur fingið tryggar karmar, men leggur aftrat, at tað er serliga uppsjóvarvinnan, sum hevur fingið tryggar karmar umframt barentshavstrolararnir. Men man hevur gloymt heimaflotan. Hon sigur, at tað er ikki útgerðin, sum er trupulleikin, men trupulleikin er meira grundlegjandi, og tað er at geva honum partinum av flotanum nógv betri fiskileiðir og betri atgongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder