2021-06-05 16:18

Í tíðarskeiðnum apríl 2020 – mars 2021 minkaði útflutningurin av fiskavørum 1,4 mia. krónur samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.
Talan er um eina minking í flestøllum vørubólkum, skrivar Hagstovan.
Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva mia. krónur –ein minking á 13 prosent. Nøgdin var tó áleið tann sama.
Eisini var minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 mió. krónur, ella 28 prosent. Í nøgd er minkingin 15 prosent.
Útflutningurin av toski er eisini minkaður næstan 400 mió. krónur, ið svarar til eina minking á 33 prosent. Í nøgd er talan um eina minking á 34 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald