Innanlands

Grundøkið í Skálavík avhendað

Arbeiðið at byggja nýggju lívfiskastøðina byrjar væntandi fyrst í 2022

2021-11-26 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri góðum ári síðani skrivaði Bakkafrost undir sáttmála við J&K Petersen um byggibúgving av grundøkinum í Skálavík, har Bakkafrost fer at savna alt lívfiskavirksemi á nýggjari lívfiskastøð. Arbeiðið hevur gingið ógvuliga væl, og í gjár, 25. november, var hátíðarløta hildin í Kelduni í Skálavík, har J&K Petersen avhendaði grundøkið til Bakkafrost.

Arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina er boðið út, og væntandi verður farið undir bygging fyrst í 2022. Talan er um byggiverkætlan í fýra stigum, og um alt gongst eftir ætlan, er lívfiskastøðin liðug í januar 2026.

Seinastu árini hevur Bakkafrost saman við Fiskaaling arbeitt fyri at varðveita føroysku laksastammuna, og síðani 2017 hava starvsfólk hjá Bakkafrost miðvíst arbeitt við at menna og kynbøta stammuna. Arbeiðið hevur gingið væl, har tað er eydnast at eyðmerkja íleguhópin av føroysku stammuni (arvamassin), og granskararnir hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast at fáa ein føroyskan lívfisk, ið er mótstøðuførur móti millum annað sjúku og lús, og sum samstundis hevur góðar eginleikar í mun til vøkstur og dygd.

Málið er, at øll rognaframleiðsla hjá Bakkafrost til alingina í Føroyum skal vera undan føroyskum laksi í 2023.

Nýggja lívfiskastøðin í Skálavík fer væntandi at byrja framleiðslu um 2-3 ár.

– Bakkafrost

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder