2023-08-03 21:32  
  
  Grønlendski trolarin Polar Princess landar í løtuni 950 tons av makreli í Kollafirði.
Polar Princess hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi.
Fyrr í vikuni landaði grønlendska verksmiðjuskipið Polar Amaroq 570 tons í Kollefirði. eisini høvdu teir landa eina minni nøgd í Fuglafirði.
Polar Amaroq er farin aftur á makrelveiðu.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2018/11/27/890x590/polar-amaroq.jpg) Polar Amaroq (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Polar Amaroq (Savnsmynd: Sverri Egholm)
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald