Innanlands

Grøna orkuskiftið á Atlantic Fair í dag

Seinnapartin fara umboð fyri SEV og EFFO at hava framløgur á Atlantic Fair messuni í Klaksvík um grøna orkuskiftið

2024-05-29 12:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast fiski- og alivinna fylla nógv á maritimu messuni Atlantic Fair í Klaksvík í hesum døgum verður eisini lagdur stórur dentur hjá fyrireikarunum at varpa ljós á grøna orkuskiftið, sum so sanniliga eisini er týðandi framtíðar partur av okkara høvuðsvinnum.

[object Object]

Kl. 15 í dag hevur Helma Maria Tróndheim frá SEV framløgu um útbyggingarætlanina av føroysku elskipanini.

Arbeiðið við at flyta elframleiðsluna frá olju til grøna orku hevur fylt nógv seinastu árini. Henda framløga snýr seg um nýggjastu útbyggingarætlanina, ið Umhvørvisstovan og Sev hava gjørt í felag. 

[object Object]

Beint eftir hesa framløguni kl. 15.30 fer Heini Ellingsgaard frá EFFO at umrøða nýggja risastóru vindmylnuætlanina “Eysturlund” í Eysturoynni. Undir heitinum:

“Umleggja ímeðan vit avrika - Einar varandi Føroyar” verður greitt frá hesi Føroya størstu varandi orkuætlan. Í grundgevingini fyri at fara undir hesa verkætlan sigur Heini Ellingsgaard m.a.:

“Fyri at halda lív í samfelagnum er neyðugt, at orka verður veitt og brúkt hvønn dag. Eitt orkuskifti fer fram, og stigvíst verður hendan orkan skift frá fossilari orku  til varandi orku. Alt fyri at skapa og tryggja einar varandi Føroyar.

Effo arbeiðir áhaldandi við at tryggja at nøkta orku eftirspurningin. Seinnu árini er alsamt størri eftirspurningur eftir varandi orku, og er tað neyðugt, at ferð verður sett á orkuskiftið skulu vit flyta okkum fram á grønu leiðini.

Greitt verður frá tørvinum á eini tílíkari verkætlan, hvussu stór verkætlanin er í føroyskum høpi, og hvørjir møguleikar eru við eini verkætlan sum hesari.”

[object Object]Gunnar Nielsen, stjóri og Janus Thomsen, nevndarformaður í EFFO, tá verkætlanin "Eysturlund" varð almannakunngjørd í fjør. Mynd Jan Müller

Nomið varð annars eisini við grøna orkuskiftið eitt nú í framløguni hjá Mouritz Mohr, stjóra á Mest fyrrapartin, tá hann greiddi frá um virksemi felagsins, sum í størri mun leggur dent á grønar útbyggingar. 

[object Object]Mouritz Mohr, stjóri á Mest, tók mestsum øll á bóli, tá fyrilestrarhølið á Atlantic Fair fyltist eftir eina lítla løtu. Stórur áhugi var fyri hansara framløgu. Mynd Jan Müller


Somuleiðis í fleiri av framløgunum fyrsta dagin á Atlantic Fair varð grøna orkuskiftið eisini umrøtt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder