Innanlands

Gøtunes slapp framat fyrrapartin

Uppsjóvarskipið er komið á Fuglafjørð við 3200 tonsum av svartkjafti

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-01-14 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini fáa nógvan svartkjaft, og fyrrapartin kom Gøtunes á Fuglafjørð at landa til Havsbrún.

Hoyvík landar í løtuni, men eru um at vera lidnir, skrivar jn.fo.

Aftaná sleppur Gøtunes framat við sínum 3200 tonsum av svartkjafti. Teir hava seinastu dagarnar ligið í Runavík og bíðað.

Landsstýrismaðurin lýsti fyrr í vikuni kunngerð so føroysku skipini sleppa at landa uttanlands, men kortini veit jn.fo at siga, at bíðirøðin á Havsbrún er lang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder