2024-09-19 21:06
Uppsjóvarskipið gøtunes kom í dag á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.
Gøtunes hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og við til lands hevði skipið 375 tons av makreli.
Gøtunes hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og veiðan verður landað til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald