Innanlands

Gøtunes landað størstu nøgdina av makreli til Varðan Pelagic

Gøtunes hevur landað knapt 2300 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-09-18 16:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes úr Gøtu, kom á Tvøroyri hósmorgunin, har teir skuldu landa.

Gøtunes hevur verið á makrelveiðu, og hevði ikki færri enn knapt 2245 tons av makreli við til lands, sum skuldi landast til Varðan Pelagic, og upplýst verður, at hetta er størsta nøgdin av makreli, sum er landað til virkið á Tvøroyri.

Talan er tó ikki um eina last, sum Gøtunes hevur fiskað einsamalt, men ein last, sum eisini er pumpað frá øðrum skipum hjá samtakinum Varðanum, og skipum, sum Varðin samstarvar við.

Gøtunes er størsta føroyska uppsjóvarskipið, og kann lasta heilt upp til 3600 tons, men tað er uttan køling. 

Gøtunes hevur einaferð tó landað munandi størri nøgdir enn hesi 2150 tonsini av makreli, men tá var talan um svartkjaft. Millum annað hevur skipið landað 3200 tons av svartjaftoí írska býnum Killybegs, og 3300 tons av svartkjafti í Skagen í fjør. 

Svartkjafturin verður landaður til ídnað meðan makrelurin verður landaður til matna og hevur eitt nógv hægri virði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder