Fyrrverandi strandferðslukipið Teistin er selt til upphøggingar í Turkalandi, eftir at skipið hevur verið í vinnu seinastu 55 árini.
Skipið, sum var í fastari sigling millum Tvøroyri og Tórshavn, varð selt av landinum í 1996 tá ið systurskipið, Smyril, yvirtók hesa rutusiglingina.
Teistin varð seldur til Italia, har skipið fekk navnið Moby Ale, og hevur verið vinnu øll árini síðani tað varð selt, men nú hevur reiðaríið valt at selja av eldra partinum av flotanum, og tikið avgerð um at høgga gamla Teistan upp.
Fyrrverandi Teistin er bygdur í Aalborg í 1969, og hevði til 1980 navnið Mikkel Mols tá ið Strandferðslan keypti Teistan og systurskipið Smyril, sum hevði navnið Mortan Mols.
Skipini fingu nøvnini Teistin og Smyril.
Gamli Smyril bleiv upphøgdur fyri nøkrum áðreum síðani, og hevði nanvið Isalita seinastu tíðina.
Soleiðis sá Teistin út tá ið skipið hevði heimstað í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald