Innanlands

Gamli Jupiter landar makrel í Fuglafirði

Gamli Jupiter hevur fiskað 1.000 tons av makreli

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-28 07:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í nátt kom uppsjóvarskipið Gamli Jupiter á fuglafjørð, har skipið skal landa.

Gamli Jupiter hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan- 1.000 tons, verður landað til matna hjá Pelagic í Fuglafirði.

Tá ið Gamli Jupiter hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder