Innanlands

Gamli Jupiter hevur landað í Fuglafirði

Gamli Jupiter hevur landað 2200 tons av svartkjafti til Havsbrún

2023-04-14 18:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gamli Jupiter, kom á Fuglafjørð fyrr í vikuni, har skipið skuldi landa svartkjaft.

Gamli Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipið landaði lastina - 2200 tons av svartkjafti til Havsbrún, og fór aftur til fiskiskap seinnapartin í dag. 

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder