placeholder
Innanlands

Gamal kenningur á veg í føroyska flotan

Eitt reiðarí í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda, hevur ætlanir um at keypa eitt frystilínuskip úr Grønlandi

Polar Ummannaq hevur fyrr havt heimstað í Føroyum, og hevði tá navnið Stapin (Mynd: Marinetraffic.com)

Polar Ummannaq hevur fyrr havt heimstað í Føroyum, og hevði tá navnið Stapin (Mynd: Marinetraffic.com)

2023-11-10 07:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um frystulínuskipið Polar Ummannaq, sum skal avloysa Havbúgvan, sum er bygt í Noregi í 1959, og sostatt er heili 64 ára gamalt.

Seinastu tíðina hevur grønlendska frystilínuskipið Polar Ummannaq ligið í Svendborg í Danmark, og sum skilst er alt tað endaliga ikki komið uppá pláss enn. 

Vit hava roynt at fingið fatur á Hálvdan Gudmundsen, reiðara, men tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá honum.

Polar Ummannaq er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í 1988. Skipið hevur havt nøvnini Loran, Gandi og Stapin.

Tað var felagið Regn á Toftum, sum átti skipið frá 2002 til 2010 tá ið tað kallaðist Stapin.

Polar Ummannaq er 30 metrar langt og 10 metrar breitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder