Innanlands

Størsti parturin av uppsjóvarflotanum farin í summarfrí

Flestu uppsjóvarskipini hava lagt fyri summarið nú kvoturnar eru við at vera fiskaðar

Høgaberg og Finnur Fríði við bryggju í Runavík (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg og Finnur Fríði við bryggju í Runavík (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-06-05 16:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri av uppsjóvarskipunum hava nú lagt fyri summarið, og fara aftur til fiskiskap tá ið summarið er farið at halla.

Á Runavík liggja Gøtunes, Finnur Fríði, Høgaberg og Ango.

Trý tey fyrstu skipini bíða nú eftir at tey skulu á beding í Føroyum og í Danmark, har ymiskt viðlíkahald skal gerast meðan Ango bíðar eftir at alt kemur uppá pláss, og verður selt av landinum.

Á Hulki liggja uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Birita. 

Tróndur í Gøtu skal á beding hjá Mest í Føroyum seinni í summar, og Birita hevur fiskað so at siga alla kvotuna fyri í ár. 

Nøkur uppsjóvarskip eru tó framvegis til fiskiskap, men sum skilst eru eisini tey skipini við at verða liðug við kvoturnar og fara síðani í summarfrí. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder