Innanlands

Skipið verður klassað í Føroyum

Síðstu tíggju dagarnar hevur íslendski trolarin Jón Kjartansson frá Eskifirði ligið við vestarubryggju í Havn. Hann skal klassast og skal í komandi viku inn í dokkina á Skála

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-11-19 21:42 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu tíggju dagarnar hevur íslendski trolarin Jón Kjartansson frá Eskifirði ligið við vestarubryggju í Havn. Hann skal klassast og skal í komandi viku inn í dokkina á Skála.

- Skipið er bygt í 2003 og stendur tí fyri tjúgu ára klassing, sum verður gjørd hjá Mest. Nakað av arbeiðinum verður gjørt her í Havn og restin inni á Skála-

Tað siga maskinmennirnir Þorstein Snorruson og Gunnar Óli Ólafsson.

- Vit skifta ein ljósmotor og høvuðsyvirhála trolspølini. Annars er tað vanligt viðlíkahald og so nakað sum klassin krevur í samband við, at skipið er tjúgu ár, siga teir.

- Vit eru væl nøgdir við arbeiðið hjá Mest og trívast í Føroyum. Vit hava báðir verið fyrr við skipum, sum hava verið til ymiskt viðlíkahald í Føroyum, so vit byrja spakuliga at skilja nøkur føroysk orð, siga Þorstein og Gunnar.

- Vit vóna og vænta at skipið verður liðugt nakað áðrenn jól, so tað liggur klárt og klassað at byrjað fiskiskap fyrst í 2023, siga teir.

Tað er felagið Eskja á Eskifirði sum eigur Jón Kjartansson, sum fiskar sild, makrel, lodnu og svartkjaft. Fjúrtan mans hoyra til skipið og níggju eru umborð í senn.

Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í dag. Tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn. Teir vóru eisini heilsaðir við gomlu føroysku heilsaninni: “Góðan túr og Jesus fylgi tykkum”.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Les meira frá Sjómansmissiónini á Facebook her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder