Innanlands

Nýggja Sandshavið komið til landið

- Nú skulu vit rigga skipið um aftur til línufiskiskap og vóna at vera klárir til fiskiskap um einar tríggjar vikur, sigur ein av eigarunum Eyðvarur Petersen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-23 11:51 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í góðveðrinum í gjárkvøldið kom nýggja frystilínuskipið Sandshavið á Havnina. Skipið hevur verið á beding á Hafnarfjørðinum har ymiskt viðlíkahald er gjørt, áðrenn kósin varð sett á Føroyar.

- Sum eg skilji tað, so er hetta eitt væl brúkt og væl hildi skip. Tað er frá 1988, men nógv av útgerðini er nýggjari. Vit høvdu ynskt okkum eitt nýggjari skip, men hetta er tað vit megna her og nú.

Tað sigur skiparin og ein av eigarunum Eyðvarur Petersen.

- Teir hava fiskað svartkalva við gørnum síðstu tíðina, og tí er arbeiðsdekkið innrætta eftir tí. Øll línuútgerðin fylgir við og skal nú setast upp, samstundis sum høvuðsmotorurin og ein ljósmotorur skulu høvuðsumvælast, sigur hann.

- Skipið er málað uttan, men arbeiðsdekkið og annað sær kanska eitt sindur buldrasligt út, tí smiðir arbeiddu umborð líka til vit loystu frá Hafnarfjørðinum fríggjakvøldið. Nú skulu vit rigga skipið um aftur til línufiskiskap og vóna at vera klárin til fiskiskap um einar tríggjar vikur, sigur hann.

- Skipið ber enn íslendska navnið og er enn skrásett í Íslandi, men á middegi í dag, kemur tað undir føroyskt flagg og fær annað navn. Klokkan fimm seinnapartin verður móttøka á Sandi, har øll eru vælkomin, sigur Eyðvarur Petersen.

Fiskiloyvini frá gamla Sandshavinum verða flutt yvur á nýggja, og tí er gamla Sandshavið sett til sølu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder