Myndir: Skrokkurin hjá Lerki komin til Skagen

Skrokkurin hjá Lerki kom í góðveðrinum í gjár til Skagen

Nýggi Lerkur (Mynd: Framherji)

Nýggi Lerkur (Mynd: Framherji)

2026-03-22 17:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skorkkurin til frystitrolaran Lerk, sum Framherji letur byggja í Skagen, kom í gjár til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og nú skal skipið gerast liðugt í Skagen, og væntað verður at skipið kemur til Føroya við ársenda í ár.

Nýggi trolarin hjá Framherja kostar 180 milliónur krónur, og er systurskip til Sjúrð Tollaksson, sum Varðin í løtuni letur byggja á somu skipasmiðju.

Sleipingin hevur eydnast væl, og nú liggur Lerkur framman fyri nýggja Fagraberg í Skagen.

Umframt Lerk og Fagraberg, so er Høgaberg, sum Framherji eisini eigur, í skagen, har skipið er til eftirlit hjá Karstensens skipamsiðjuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder