Nýliga keypti reiðaríið Thor íslendska trolaran Ljósafell frá Fáskrúðsfirði. Trolarin er bygdur í Japan í 1973 og hevur hoyrt heima hjá sama felag á Fáskrúðsfirði øll árini. Høvuðsmotorurin var skiftur í 1986. Síðani er skipið longt og hevur fingið nýggj spøl og aðrar dagføringar eru gjørdar. So hóast skipið er gamalt, er tað í sera góðum standi.
Trolarin varð lýstur til sølu, tí felagið hevði keypt nýggjari trolara frá Vestmannaoyggjum, sum fekk navnið Ljósafell. Nærum samstundis sum nýggja Ljósfell kom á Fáskrúðsfjørð, setti gamla Ljósafell kós móti Føroyum.
Síðani er skipið skrásett í Føroyum, skift navn og gjørt klárt til fiskiskap við Føroyar.
Hósdagin fór Kúrberg til fiskiskap, og sambært Marinetraffic royna teir sunnanfyri Føroyar.
Áðrenn fráferð vitjaði sjómanstrúboðarin umborð. Hann heilsaði uppá manningina, hevði eitt Guds orð, bøn og lýsti signingina yvir skip og manning.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir Thor tillukku og Guds signing við Kúrberg!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald