Uttanlands

Hamranes og Breiðanes seinkaðir í Thyborøn

Partrolararnir hava verið í Danmark seinastu tíðina, har parið verður dagført

Mynd: Jákup Olaf Olafson Breiðaskarð

Mynd: Jákup Olaf Olafson Breiðaskarð

2025-06-18 07:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Hamranes og Breiðanes skulu dagførast á skipasmiðjuni í Thyborøn. 

Hamranes og Breiðanes fóru til Danmarkar í mars mánaða, og skuldu eftir ætlan koma aftur til Føroya síðst í august, men seinkingar hava við sær, at partrolararnir ikki koma aftur fyrr enn í oktober.

Tað eru ymsar seinkingar í leveringini, av lutum, sum gera at sjálvt arbeiðið er seinkað nakað. Hóast seinkingar eru, so hevur arbeiðið gingið gott.

Talan er um eitt sera drúgt og stórt arbeiði, sum skal gerast við partrolararnar.

Høvuðsmotorarnir, sum eru  MAN B&W Alpha 1203HK / 885KW skulu skiftast, og nýggju motorarnir verða tveir ABC motorar, sum eru eitt sindur størri og munandi meira orkusparandi enn teir núverandi.

Tað er felagið TG Fish, sum eigur parið, og eigur eisini trolaran Steintór og ein stóran part í uppsjóvarskipinum Arctic Voyager.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder