Innanlands

Fuglberg og Skoraberg landa í Klaksvík

Partrolararnir eru komnir inn við 230 tonsum av gulllaksi

Fuglberg og Skoraberg (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Fuglberg og Skoraberg (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2025-06-18 14:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Fuglberg og Skoraberg eru komnir á Klaksví, har parið skal landa gulllaks.

Parið hevur verið á gulllaksaveiðu vestanfyri Føroyar, og hava fiskað 230 tons, sum verður landað til Kósina í Klaksvík.

Síðani verður gulllaksurin koyrdur í bilum til Tavun í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá føroysku skipunum.

Seks føroysk skip fiska gulllaks. Tvey pør, sum eru Skoraberg og Fuglberg, Polarhav og Stjørnan og so Vesturbúgvin og Eysturbúgvin, sum fiska gulllaks sjálvir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder