Innanlands

Emerald verður navnið á nýggja trolaranum hjá P/F Havborg

Nýggi verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg, sum er systurfelag hjá P/F Ennibergi, fer at bera navnið Emerald. Nýbygningurin fór av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi í dag og kemur til Føroya seinni í ár

2022-05-10 15:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Emerald er enska heitið á gimsteininum, sum vit nevna smaragdur, og nú fer nýggi verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg eisini at bera hetta navnið, sum í sínum týdningi m.a. verður sett í samband við endurføðing, eydnu og frið.

Nýbygningurin er ikki doyptur enn, men fór av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi í dag. Seinni í ár kemur hesin nýggi og stásiligi verksmiðjutrolarin til Føroya. P/F Havborg er systurfelag hjá P/F Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.

Emerald hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski. Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap.

Emerald er tøkniliga útgjørd til at kunna toga við trimum trolum í senn. Verksmiðjan hevur framkomna útgerð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl. Stórur dentur er eisini lagdur á skynsama orkunýtslu fyri at minka sum mest um útlátið.

Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.

Emerald kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder