
Upsjóvarskipini Høgaberg og Christian í Grótinum eru bæði farin til Skagen at landa svartkjaft.
Skipini hava ávikavist 3.100 tons og 3.200 tons av svartkjafti, sum verður landað til FF Skagen. Skipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Tá ið skipini hava landað, skulu tey til eftirlit hjá Karstensens Skibsværft, sum hevur bygt skipini. Hetta er ein vanlig mannagongd tá ið talan er um so nýggj skip.
Skipini koma at vera í Skagen í tvær til tríggjar vikur áðrenn tey fara aftur til fiskiskap.
Umframt Høgaberg og Christian í Grótinum, so er uppsjóvarskipið Finnur Fríði eisini til eftirlit í Skagen.
Les eisini: Finnur Fríði farin til eftirlit í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald