Innanlands

Gadus siglir heim við fullari last

Flakatrolarin hevur 760 tons við til lands

2021-04-06 07:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus, úr Klaksvík, siglir heim við fullari last.

Teir hava fiskað í Barentshavinum hendan túrin, og hava 760 tons við til lands, sum skal landast í Klaksvík.

Gadus fór av Klaksvík 21. januar, og manningin telur 32.

Gadus verður á Klaksvík hósdagin. 

placeholder
placeholder