Innanlands

Gadus farin nýggjan túr

Fara í russiskan sjógv at royna

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2021-07-02 18:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gadus kom heim úr Barentshavinum sunnudagin við fullari last av flaki, 746 tons, sum varð fiskað í norskum sjógvi.

Í gjárkvøldið løgdu teir frá landi aftur, og eru farnir nýggjan túr. Gadus fer hendan túrin at royna í russiskum sjógvi, veit jn.fo.

32 mans eru við hendan túrin, og skipari er Ólavur Biskopstø.

placeholder
placeholder