Innanlands

Fyrstu slangukavararnir útbúnir í Føroyum

Teir seks eru teir fyrstu, sum avgreiða slíka útbúgving í Føroyum

2022-07-12 17:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks kavarar stóðu mánadagin endaligu royndina innan slangukaving á føroyska vinnukavaraskúlanum.

Vinnukavararnir eru teir fyrstu, ið avgreiða slíka útbúgving í Føroyum. Kavararnir hava valt at eftirútbúgva seg, tí teir ynskja at menna sínar førleikar og økja um sínar arbeiðsmøguleikar. 

Krøvini, ið verða sett vinnukavarum gerast eisini alsamt strangari innan bæði alivinnu, byggivinnu og skipavinnu. Slangukavarar hava møguleika at avgreiða uppgávur, ið lættir kavarar ikki kunnu loysa t. d. sveisa, skera, brenna, bora, slípa o.s.fr. við amboðum, ið fáa orku av vatnskorpuni. 

Á myndini síggja vit næmingar, lærara og próvdómara eftir royndina. 

Frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærara, Bent Tommy Vang, Torkil Zachariassen, Vilhelm Hansen, Hera Mørkøre, próvdómari, Magna J. Hansen, Tummas Kjærbo, Johan Nilssen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder