Innanlands

Fyrsti stóri aliringurin farin á sjógv

Hetta eru størstu ringar til alibrúk í Føroyum og teir fyrstu skulu leggjast á Hovsfjørð

Mynd: Suðurrás

Mynd: Suðurrás

2018-10-15 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bakkafrost hevur seinastu vikurnar arbeitt á Oyrunum í Vági við at gera heilt stórar aliringar.

Nú er fyrsti ringurin farin á sjógv, skrivar sudurras.fo.

Støddin er 200 metrar í ummáti og 63 metrar í tvørmáti.

Talan er um størstu ringar til alibrúk í Føroyum og teir fyrstu ringarnir skulu leggjast á Hovsfjørð, har Bakkafrost fyrr í summar setti út smolt, skrivar Suðuroyarportalurin.

Videoupptøka sæst á sudurras.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder