Leygardagin 29. august klokkan 11 bjóðar Navigare Shipping til almenna móttøku í Søldarfirði í sambandi við, at Hav Leiti, fyrsti nýbygningurin hjá reiðarínum, kemur á Søldarfjørð.
Hetta er ein søgulig løta fyri Navigare Shipping, sum eisini í ár hátíðarheldur 60 ára stovningardag. Hav Leiti er fyrsti nýbygningurin í nærum 60 ára longu søgu felagsins og er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum.
Hav Leiti er eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipið flytir størri nøgdir og hevur minnið oljunýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.
Hav Leiti er fyrsti av fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár.
Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri.
Á almennu móttøkuni vera røður og hornorkestur, og høvi verður hjá øllum at vitja umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald