Innanlands

Fyrsta LNG drivna farmaskip til Føroya um vikuskiftið

Samskip Kvitnos skal skifta manning um vikuskiftið. Allir yvirmenninir umborð eru føroyingar

(Mynd: Samskip Føroyar)

(Mynd: Samskip Føroyar)

2021-02-19 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið verður manningaskifti í Runavík, har fýra mans fara av Samskip Kvitnos, og fýra føroyingar fara umborð.

Tríggir á brúnni, og ein í maskinrúminum. Allir yvirmennirnir umborð á Kvitnos og Kvitbjorn eru føroyingar, og bæði skipini sigla undir føroyskum flaggi, skrivar Samskip.

Hetta er eitt av tveimum serstøkum skipum í flotanum hjá Samskip. Kvitnos, er eitt av tveimum skipum í Samskip flotanum, sum einans brennur natúrgass LNG, ella Liquified Natural Gas. Kvitnos og Kvitbjorn vóru fyrstu farmaskip í heiminum, ið bert nýta LNG.

Skipið kemur til Føroyar úr Íslandi. Leiðin gongur víðari til Lerwick í Hetlandsoyggjunum, síðani til Husøy í Noregi, Tananger í Noregi, Velsen í Hollandi og seinast til Rotterdam.

placeholder
placeholder