
Tað var síðst í mars at tað gjørdist alment, at línuskipið Kvikk í Klaksvík varð set til Grønlands.
Hanus Hansen, reiðari segði tá við Portalin, at JFK samtakið hevði selt línuskipið Kvikk, sum hevur ligið í Klaksvík í eitt lítið ár.
Kvikk varð selt av landinum og JFK hevur síðani deilt loyvini yvir á onnur línuskip í felagnum.
Hanus Hansen segði eisini, at fiskidagarnir eru bara minkaðir seinastu tíðina, og grundarlag er ikki fyri at keypa annað skip fyri loyvið hjá Kvikk, so tað liggur ikki í kortunum í løtuni.
Hóast Kvikk bleiv selt síðst í mars, so hevur tað gingið rúm tíð til skipið fór úr Føroyum. Eitt nú hevur skipið veriða beding o.a.
Arsugaq loysti av Klaksvík 26. juli, og er nú komið til Grønlands.
Tað er felagið Arsuk Food, sum keypti Kvikk, og søluprísurin var seks milliónir krónur.
Skipið kom sum nýbygningur í føroyska flotan í 1987, og fekk tá navnið Saturn 3.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald