Uttanlands

Føroyskur svartkjaftur landaður í Skagen

Fagraberg skal landa 3000 tons av svartkjafti í Skagen

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-05-03 22:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur sett kós móti Skagen, har teir skulu landa.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Fagraberg hevur 3.000 tons, sum teir skulu landa í Skagen.

Katrin Jóhanna, sum eisini hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, hevur júst landað 1.800 tons av svartkjafti í Skagen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder