Innanlands

Føroya Reiðarafelag svarar aftur: - Kenna einki til, at skipini ikki halda galdandi sáttmálar

Hósdagin avgjørdi Føroya Fiskimannafelag at gera ein svartalista yvir tvey skip, sum ikki halda galdandi sáttmálar

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag (Skíggjamynd, KvF)

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag (Skíggjamynd, KvF)

2018-10-27 16:19 Author image
Oda Strøm
placeholder

Føroya Fiskimannafelag avgjørdi hósdagin 25. oktober 2018 at kunngera ein "svartalista" við tveimum skipum, sum verða søgd ikki at halda galdandi sáttmála við felagið - og skipini, ið nevnd vórðu, eru Arctic Voyager og Hoyvík.

Men nú svarar Føroya Reiðarafelag aftur í fráboðan, at reiðarafelagið einki kennir til, at nevndu skipini ikki halda galdandi sáttmálar.

- Gerast skal vart við, at tey skip, sum eru nevnd á hesum lista, eru limir í Føroya Reiðarafelag, og at tey halda galdandi sáttmála millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið. Reiðarafelagið er sostatt ikki kunnugt við, at sáttmálin ikki verður hildin, sigur Føroya Reiðarafelag í fráboðanini

placeholder
placeholder