Innanlands

Flestu ferðafólkabátar lúka krøvini

Sjóvinnustýrið og løgreglan hava í summar gjørt eitt eftirlitsátak, har smærri ferðafólkabátar vórðu kannaðir. Í trimum av kanningunum vórðu frávik staðfest. Millum annað, at kravd manning ikki var umborð, og at manglar vóru við trygdarútgerð og trygdarvegleiðing.

2026-08-27 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjóvinnustýrið og Føroya Politi hava í summar haft eitt eftirlitsátak, har smærri ferðafólkabátar kring landið vórðu kannaðir. Kanningarnar vísa, at flestu bátarnir lúka galdandi krøv, men í nøkrum førum vórðu feilir og manglar staðfestir.  

Í tíðarskeiðinum frá juni til august framdi Sjóvinnustýrið 17 kanningar av 13 ymiskum ferðafólkabátum.  

Í trimum av kanningunum vórðu frávik staðfest. Millum annað, at kravd manning ikki var umborð, og at manglar vóru við trygdarútgerð og trygdarvegleiðing.  

Kortini er høvuðsniðurstøðan, at støðan í vinnuni yvirhøvur er góð. Av teimum bátunum, sum høvdu ferðafólkaloyvi, høvdu flestir viðurskiftini í lagi, bæði tá ið talan var um manning, útgerð og onnur trygdarkrøv.  

– Okkara uppgáva er at tryggja, at ferðafólk kunnu kenna seg trygg, tá tey keypa sær ein túr við einum ferðafólkabáti. Men hóast úrslitini eru jalig, so vísir átakið eisini, at tørvur framvegis er á regluligum eftirliti, sigur Sjóvinnustýrið.  

Sambært yvirliti hjá Sjóvinnustýrinum eru í dag 37 bátar við galdandi ferðafólkaloyvi í Føroyum. Av teimum eru 23 góðkendir til vinnuliga sigling við upp til 12 ferðafólkum.  

Sjóvinnustýrið boðar frá, at samstarvið við Føroya Politi heldur fram, og at ófráboðað eftirlit eisini verður gjørd frameftir.  

Meira fæst at vita í frágreiðingini um eftirlitsátakið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder