Innanlands

Fleiri skip landað svartkjaft seinastu dagarnar

Seinastu dagarnar hava fleiri skip landað svartkjaft í Fuglafirði

Svartkjaftur (Savnmynd: Sverri Egholm)

Svartkjaftur (Savnmynd: Sverri Egholm)

2023-04-08 17:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Birita landaði mikudagin 1100 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Aftaná Biritu landaði Finnur Fríði 2200 tons. 

Síðan kom Norðingur við 1600 tonsum av svartkjafti, og síðani byrjaði Gøtunes at landa 3000 tons til Havsbrún.

Aftaná Gøtunes skal Fagraberg landa umleið 2900 tons, og síðan Tróndur í Gøtu umleið 2500 tons av svartkjafti.

Øll skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder