2024-09-25 06:46
Fleiri skip eru komin á Fuglafjørð at landa makrel seinastu dagarnar.
Hoyvík hevur landað 930 tons av makreli, sum skipið hevur partrolað saman við Ran.
Lítla uppsjóvarskipið Vesturbúgvin hevur landað 100 tons av makreli til Pelagos, og norska uppsjóvarskipið Gerda Marie kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa umleið 570 tons av makreli.
Skipini hava havt góðan makrelfiskiskap, verður upplýst fyri fiskur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald