Innanlands

Fleiri bátar tørv á hjálp seinastu dagarnar

Fimm bátar og tvey skip hava biðið um sleip seinastu dagarnar

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

2025-09-01 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er nátatíð, og seinastu dagarnar hava fleiri ferðir verið boð eftir bjargingarbátum at sleipa útróðrarbátar til lands, skrivar heimsíðan hjá Vørn.

Fríggjadagin varð Rescue Vón boðsend at sleipa ein bát á Eiði, sum hevði fingið maskinbrek norður úr Mylingi, og Rescue Sverri sleipaði ein bát á Miðvág, sum steðgaði upp vestanfyri Sandoynna. Eisini mátti Tjaldrið hjálpa einum línuskipi, sum var statt vestur úr Mykinesi. Skipið varð sleipað á Havnina.

Leygardagin sleipaði Nósi ein bát á Sørvág, sum var uppsteðgaður vestanfyri Gásadal, Rescue Lív fór eftir einum uppsteðgaðum báti í Skopunarfirði og sleipaði hann á Havnina, og Rescue Vón sleipaði ein bát til Leirvíkar, eftir at hann var uppsteðgaður á Norhavinum.

Í gjár mátti vaktarskipið Tjaldrið sleipa ein trolara til Klaksvíkar, eftir at hann fekk maskintrupulleikar, tá hann var til fiskiskap eystur úr Fugloynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder