Innanlands

Fiskivinnuting í Klaksvík í kvøld

Miðhøllin á Skúlatrø verður í kvøld karmur um fiskivinnuting, sum eisini verður sent beinleiðis í sjónvarpinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-21 13:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 19:30 í kvøld fer Fiskivinnutingið av bakkastokki í miðhøllini á Skúlatrø í Klaksvík.

Árligi kjakfundurin er partur av Torradøgunum, sum eru í Klaksvík hesa vikuna.

Evnini fevna frá russiska sambandinum, til fiskiskapin á Føroyabanka og víðari til tilfeingis- og tøkugjaldini frá fiski- og alivinnuni, sum samgongan ætlar at endurskoða.

Jón Brian Hvidtfeldt er orðstýrari og vertur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder