Innanlands

Fiskivinnukjak sent beinleiðis frá Skúlatrøð í kvøld

Tað er sonevnda Torratingið, ið Kringvarpið sendir frá. Tingmenn og umboð fyri vinnuna verða við

Nýggja høllin verður karmur um Torratingið - eingir áhoyrarar vera til staðar (Mynd: klaksvik.fo)

Nýggja høllin verður karmur um Torratingið - eingir áhoyrarar vera til staðar (Mynd: klaksvik.fo)

2021-02-24 14:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Torradagar 2021 skuldu vera á skránni í farnu viku. Tiltakið er vorið siðvenja í fiskivinnuhøvuðstaðnum í februar, men orsakað av koronutilmælunum vórðu Torradagarnir av ongum á hesum sinni.

Les eisini:
Torradagarnir avlýstir

Eitt fast punkt á skránni hevur verið Torratingið, sum hevur verið á Skúlatrøð. Har hevur verið møguligt hjá serliga floksformonnum at kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðari merking.

Samráðingar vórðu fyri stuttum tiknar upp við Kringvarpið um at halda fast við Torratingið, og tað varð valt at skipa kjakið í ár sum eina sjónvarpssending uttan áskoðarar, og at hon skal verða send beinleiðis frá Skúlatrøð mikudagin 24. februar.

Hesum boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðu sínari 

- Tingmenn eru við, men eisini umboð fyri vinnuna verða við, har teimum verða settir ymiskir spurningar. Tað er Kringvarp Føroya, sum skipar fyri fiskivinnukjakinum saman við Torradøgunum. Umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi verða við á fundinum.

Jón Brian Hvidfeldt verður orðstýrari og til ber at senda spurningar inn umvegis netið, skrivar klaksvik.fo. Torratingið fer í gongd í kvøld klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder