Innanlands

Fiskað tað sama higartil í ár sum í alt fjør

Fiskiskapurin hevur verið nakað betri í ár, enn í fjør

Sjúrður Joensen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Sjúrður Joensen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-10-25 23:25 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Nøgdin av fiski higartil í ár, er tað sama sum i alt fjør. Sostatt hevur fiskiskapurin verið nakað betri í ár, enn í fjør.

Tað sigur garvaði úrtróðrarmaðurin, Sjúrður Joensen, á Skála, sum eigur og rekur útróðrarbátin Falkin.

Sjúrður og Per Hansen vóru á útróðri í vikuni og gjørdu ein góðan túr. Teir vóru eystanfyri við 38 stampum og høvdu umleið 8200 pund av toski og hýsu, sum teir avreiddu á Toftum í týskvøldið. Toskurin hevði rímiliga góða stødd, meðan hýsan var heldur javnsmá.

Sjúrður sigur, at hann egnir høgguslokk og goggu, og at áleið triðjahvørt agn er gogga.

[object Object]Per Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder
placeholder