Innanlands

Finnur Fríði landað makrel til Havsbrún

Finnur Fríði hevur landað 1.000 tons til Havsbrún

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-07-20 17:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur landað 1.000 tons til Havsbrún í Fuglafirði.

Finnur Fríði hevur fiskað vestanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipini hava havt góðan fiskiskap seinastu dagarnar, og stórur partur av marlinum seinastu dagarnar er landaður til Havsbrún. Hetta kemst av, at hann er ov bleytur, at landa til matna.

Finnur Fríði fer aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder