Innanlands

Fingu dekk við í hálinum

Skeljabáturin Norðheim fekk dekk við í hálinum, tá teir trolaðu eystan fyri Nólsoynna

Mynd: Poul Johannes Simonsen / Jenskjeld.info

Mynd: Poul Johannes Simonsen / Jenskjeld.info

2018-10-15 22:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er javnan at bátar kring Føroyar fáa hjáveiðu av ymsum slag.

Tá Norðheim dreggjaði eystan fyri Nólsoynna 8. oktober, fingu teir dekk við í hálinum. Tað skrivar jenskjeld.info, sum eisini hevur mynd av dekkunumm

Hol vóru í dekkunum, so tey hava hingið við ein bryggjukant.

- Tað kundi verið áhugavert at vita, um tey stava úr miðstaðarøkinum, spyr heimasíðan hjá Jens Kjeld Jensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder