2024-01-07 18:48  
  
  Uppsjóvarskipið Fagraberg er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa.
Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan - 2.000 tons, verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Hetta er fyrsta svartkjaftalastin, sum verður landað í ár.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald