Innanlands

Emerald hevur sett kós móti Føroyum

Nýggjasta fiskiskipið í flotanum setti í dag kós móti Føroyum

Nýggjasta skipið í flotanum setti í dag kós móti Føroyum (Mynd: Fishfacts.fo)

Nýggjasta skipið í flotanum setti í dag kós móti Føroyum (Mynd: Fishfacts.fo)

2023-06-26 22:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Emerald, setti í dag kós móti Føroyum. Ferðin verður drúgv úr Turkalandi.

Emerald er navnið á Føroya nýggjasta fiskiskipi, sum reiðaríið Havborg í Havn, hevur latið byggjað í Turkalandi.

Talan er um ein tann framkomnasta trolaran av sínum slag, og skipið skal fiska rækjur umframt at tað eisini er útgjørt til at fiska botnfisk.

Emerald er við sínum 88 metrum í longd og 18 metrum í breidd, umframt at vera ein tann framkomnasti trolarin, eisini ein av teimum størstu av sínum slag. 

Skipið kostar omanfyri 400 milliónir, og hevur alla ta nýggjastu tøknina, sum finst til slík skip.

Skipið er nógv seinkað, men nú er tað loksins á veg til Føroyar. 

Sum skilst skal skipið taka útgerð umborð í Danmark áðrenn skipið kemur til Føroyar.

Eftir ætlan skal Emerald vera í Føroyum um hálvan juli.

Tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið, og Emerald er bygdur á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi.

Sama felag hevur eisini sniðgivið nýggja Gadus og sama skipasmiðja byggir eisini skipið, sum verður latið JFK í Klaksvík seinni í ár.

Nýggi Gadus er, eins og Emerald, útgjørdur til at fiska bæði rækjur og botnfisk.

[object Object]Emerald er loksins ávegis til Føroyar (Mynd: fishfacts.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder