Innanlands

Emerald fiskað kvoturnar fyri í ár

Emerald er komin á Havnina við 550 tonsum

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-12-11 06:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Emerald er komin á Havnina, har trolarin skal landa. 

Emerald byrjaði túrin við at royna eftir kongafiski, og tá ið teir høvdu fiskað 100 tons, fór skipið á toskaveiðu.

Enniberg hevur 450 tons av flaki, 130 tons av mjøli og 15 tons av lýsi umframt tey 100 tonsini av kongafiski.

Emerald hevur nú fiskað kvoturnar fyri í ár, og verður liggjandi á Havnini til 2. januar, tá ið skipið fer aftur á tosaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder