Innanlands

Donsk skip landa makrel í Føroyum

Donsku skipini Astrid og Themis eru komin til Føroya við makreli

Astrid (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Astrid (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-12-16 20:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Astrid landar umleið 1.700 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði, meðan Themis hevur landað umleið 1.000 tons av makreli til Varðan Pelagic.

Bæði skipini hava fiskað makrel í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Themis er farin aftur til fiskiskap, og í løtuni er Gøtunes ávegis á Tvøroyri við umleið 1.300 tonsum av sild.

Gøtunes hevur fiskað norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder