placeholder
Innanlands

Danskur stórreiðari selt sítt virksemið

Danski stórreiðarin Henning Kjeldsen í Skagen hevur selt meginpartin av sínum virksemi

Henning Kjeldsen (Mynd: Skagen online)

Henning Kjeldsen (Mynd: Skagen online)

2022-01-26 15:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

- Seinastu árini hava familjan og eg upplivað eina jagstran eftir mær sum persóni, og tað hevur gjørt meg troyttan. Tí hava vit tikið avgerð um at selja størsta partin av okkara virksemi, sigur Henning Kjeldsen.

Hann leggur serliga eftir tveimum donskum ráðharrum, sum hann tó ikki nevnir við navnið, og eftir danska fólkaflokkinum.

Sølan inniheldur eitt nú tann stóra og framkomna nýbygningin, sum Gitte Henning letur byggja í Spania. Hesin nýbygningurin er eisini kendur fyri at vera sera umhvørvisvinarligur.

Í endanum av 2021 seldi Henning Kjeldsen uppsjóvarskipið Gitte til Grønlands, men av tí at nýbygningurin bleiv seinkaður nakað, keypti Henning skotska uppsjóvarskipið Artemis, sum síðan skuldi fiska kvoturnar til nýggja skipið skuldi koma í danska flotan.

Talan er seks reiðaríir, sum hava keypt uppsjóvarkvoturnar hjá danska stór reiðaranum.

Júst hvat virksemið er selt fyri vita vit ikki, men tað sigst at talan er í millum 2,6 og 2,8 milliardir krónur.

Henning Kjeldsen hevur nú tveir trolbátar eftir umframt at hann letur ein annan trolbát byggja, sum hann eisini skal hava eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder